Uttanlands

Brasilski hægstirætturin: Bolsonaro skal kannast

Orsøkin er útsagnir hansara um, at valskipanin í Brasil ikki er álítandi – Hægstirætturin skal kanna, um Bolsonaro hevur eggjað til brotsgerðir

Jair Bolsonaro heldur, at tey skulu fara yvir til pappírsatkvøðuseðlar, tá forsetaval verður í oktober næsta ár (Mynd: EPA)

Jair Bolsonaro heldur, at tey skulu fara yvir til pappírsatkvøðuseðlar, tá forsetaval verður í oktober næsta ár (Mynd: EPA)

2021-08-05 13:05 Author image
Alda Nielsdóttir

Brasilski forsetin, Jair Bolsonaro skal kannast fyri m.a. mutur, embætismisnýtslu, og svik, hevur ein dómari í brasilska hægstarættinum avgjørt eftir áheitan frá hægsta valdómsstólinum í Brasil.

Orsøkin til hetta er útsagnir hansara um, at talgilda valskipanin í Brasil er óálítandi.

Ynskið hjá Bolsonaro er at fara yvir til pappírsatkvøðuseðlar, tá forsetaval verður komandi ár.

– Fólk, sum siga, at talgildar valskipanir eru meira tryggar, lúgva, segði Bolsonaro farna vikuskifti í røðu í høvuðsstaðnum Brasilia.

Bolsonaro vil vera við, at talgildar atkvøður hava elvt til valsvik, tó kemur hann ikki við nøkrum dømi um hetta. Tað er júst hetta uppáháldið, sum hægstarættardómarin, Alexandre de Moraes vil hava eftirkannað.

Mótstøðufólk hjá brasilska forsetanum halda, at forsetin eins og fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, roynir at sáa iva um valskipanina, so hann seinni kann nokta at góðtaka eitt tap á valinum í 2022.

Hægstirætturin skal eisini kanna, um Bolsonaro hevur eggjað til brotsgerðir við hansara "óskjalprógvaðu útsagnir um umfattandi valsvik", skrivar Ritzau.

Forsetaval verður í Brasil 2. oktober 2022, og meiningakanningar vísa í løtuni, at Bolsonaro fer at tapa til Luiz Inacio Lula da Silva úr brasilska arbeiðaraflokkinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald