2020-03-06 21:55
Í samband við, at Faroese Music Award – FMA – verður í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld, verður matiné í Havnar kirkju í morgin kl. 11.30.
Tað er bratch-leikarin Jákup Lützen, sum fer at spæla. Jákup er føroyingur uppvaksin í Havn. Hann hevur nomið sær kunnleika fyrst á Tórshavnar musikkskúla og síðan á hægri læristovni í Danmark.
Hann starvast nú sum bratcistur í danska symfoniorkestrinum Copenhagen Phil – áður nevnt Sjællands Symfoniorkester.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald