Tað var stór undirtøka fyri lógaruppskotinum frá landsstýrinum um broytingar í lógini um kapping. Málið var til aðru viðgerð í Løgtinginum í gjár, og tá atkvøddu Sambandsflokkurin og Miðflokkurin saman við samgonguni fyri uppskotinum.
Fólkaflokkurin atkvøddi ímóti. Flokkurin metir, at Kappingareftirlitið við uppskotinum gongur ov nær rættinum hjá vinnurekandi at áseta vinning.
Endamálið við lógaruppskotinum er at geva Kappingareftirlitinum víðkaðar heimildir at gera marknaðarkanningar, so betur kann metast um, hvørt talan er um viðurskifti, ið mugu metast sum kappingaravlagandi.
Tað er greitt, at í einum lítlum marknaðarbúskapi sum tí føroyska er møguleiki fyri, at kappingin á einstøkum marknaðum er avmarkað og viðbrekin.
Uppskotið um príseftirlit er serliga komið í kjalarvørrinum av stóra prísvøkstrinum seinastu tvey árini, og teimum almennu stuðulsskipanum, sum eru í gildi fyri at fáa ferð á orkuskiftið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald