Innanlands

Breiðkanin undir Bryggjubakka heldur fram

Býráðið í Havn skal taka støðu til at játta 7 milliónir at leingja breiðkingina

2021-10-26 11:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Snøgga træbrúgvin uttan fyri sølutorgið í Vágsbotni, sum í skundi varð gjørt undan drotningavitjanini í summar, verður væntandi longd heilt út á endan á gamla bryggjukantinum.

Hóskvøldið skal Tórshavnar býráð taka støðu til eitt uppskot um at játta sjey milliónir krónur til arbeiðið. Talan er um eina eykajáttan, sum krevur tvær viðgerðir. Verður málið samtykt, skal arbeiðið verða liðugt á ólavsøku, skrivar torshavn.fo.

Arbeiðið at breiðka bryggjukantin 35 metrar frá Vágsbotni og suðureftir, varð liðugt í summar. Alt strekkið, frá krókinum og út á endan á tí gamla bryggjukantinum, er tilsamans 94 metrar, sum merkir, at um allur bryggjukanturin skal breiðkast, mangla um 60 metrar í.

Býarskipanarliga verður mett best, um bryggjukanturin verður longdur heilt út til verandi træbrúgvar longur suðuri, soleiðis at teinurin kann upplivast sum ein heild, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni. Samskift hevur verið við entreprenørin, Pf Articon, sum gjørdi tann fyrra partin  av arbeiðinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder