Uttanlands

Breivik søkt um at verða royndarleyslatin

Ein dómstólur í Noregi skal seinni í hesum mánaðinum taka støðu til, um tað er ráðiligt at leyslata Anders Behring Breivik, sum situr inni fyri yvirgangsálopið í Oslo og hópdrápið í Utøya

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-01-02 11:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Anders Behring Breivik, sum situr inni fyri yvirgang – eitt bumbuálop í Oslo og hópdrápið á Utøya 22. juli 2011 – hevur nú søkt um at verða royndarleyslatin.

Í august 2012 varð hann dømdur 21 ára fongsulsrevsing við møguleika fyri at verða royndarleyslatin eftir 10 ár, og tí skal rætturin seinni í hesum mánaðinum taka støðu til, um tað er ráðiligt at royndarleyslata hann. Málið byrjar 18. januar, og eru fýra dagar settir av til hetta.

Hulda Karlsdottir, statsadvokatur, sigur sambært norsku tíðindastovuni NTB, at vandi enn er fyri, at Breivik fer at fremja nýggj, álvarsom brotsverk.

Hendan metingin byggir á kunning frá kriminalforsorgini og einari nýggjari váðameting frá einum sálarlækna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder