2024-01-24 08:55
Í morgun var staðfest at brek er á streymkaðalinum, sum gongur um Trongisvágsfjørð.
Sev skrivar á heimasíðuni, at nakað fyri klokkan 6 í morgun mistu fólk í Líðini og í Froðba streymin, og at orsøkin er brek á sjókaðalinum.
Sev skrivar, at streymurin nú í staðin verður leiddur aðrar vegir, og umleið klokkan 7.20 høvdu øll fingið streymin aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald