Uttanlands

Brek á sjókaðali - kann vera talan um sabotasju

Brek var staðfest á sjókaðali í Eystrasalti í morgun. Kaðalin er kvettur - tað kann vera orsaka av, at skip hevur kasta akker, ella av botntroli. Men sabotasja kann ikki avvísast

Nógvir kaðalir eru á havsins botni í Eystrasalti (Kort: SVT)

Nógvir kaðalir eru á havsins botni í Eystrasalti (Kort: SVT)

2024-11-18 18:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tíðliga í morgun gjørdust almenna dátusamskiftisfelagið Cinia í Finnlandi varugt við, at eitt brek var á samskiftiskaðalinum C-Lion1, sum liggur á havsins botni millum Finnland og Týskland.

Sambært Cinia er illgruni um, at kaðalin er kvettur, og tey avvísa ikki møguleikanum um, at talan kann vera um sabotasju. Í hvussu so er, er tað ávirkan uttanífrá, ið er orsøkin til brekið. Talan kann vera um, at eitt skip hevur kasta akker á leiðini, ella um fiskiskap við botntroli, skrivar finska kringvarpið Yle.

Samskiftiskaðalin er 1.173 kilometrar langur, og gongur millum Sandhamn nærhendis Helsingfors og Rostock í Týsklandi.

Brotið á kaðalinum er hent á eini leið skamt eystan fyri svensku oynna Öland á einum øki, har tað ikki er nógv skipaferðsla, sambært einum talsmanni fyri Cinia.

Felagið ætlar sum skjótast at bøta um skaðan, og boð eru send eftir einum kaðalskipi, sum í løtuni liggur í franska býnum Calais, um at koma at gera arbeiði. Slík arbeiði kunnu taka millum 5 og 15 dagar, skrivar Yle.

Av tí, at Finnland kann samskifta við umheimin gjøgnum fleiri aðrar kaðalar, er ongin vandi fyri trygdini í landinum orsaka av kaðalbrekinum, skrivar Yle.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder