Í morgin leygardagin verður dokumentarurin “Disrupting Wine - Lívið hjá einum íverkseta” tøkur á Portalinum.
Dokumentarurin snýr seg um íverksetan Heina Zachariassen úr Hoyvík, sum saman við vinmanninum Theis Søndergaard fyri tíggju sárum síðani stovnaði Vivino.
Appin er í dag heimsins størsti vínmarknaður á netinum, og hevur næstan 50 milliónir brúkarar.
Tað eru Johan Rimestad og Rógvi Langgaard sum hava framleitt filmin.
“Disrupting Wine - Lívið hjá einum íverkseta” verður tøkur á Portalinum frá klokkan 9 í morgin. Hetta er tó bert galdandi fyri brúkarar í Føroyum.
Les eisini: Hann órógvaði vínheimin - men eisini familjuna
Les eisini: Vivino hevur gagn av koronakreppuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald