Tað eru Føroyar, men stórar broytingar eru gjørdar í landslagnum við Kallin á Kalsoynni í nýggjasta brellbitanum av James Bond-filminum “No Time To Die” sum hevur frumsýning 20. november.
Upptøkur vórðu gjørdar í september í fjør, og millum annað tyrla frá norska felagnum Nord Helicopters var í Føroyum.
Óvist er hvussu stóran leiklut Føroyar og føroyska náttúran hava í filminum, men hálvtannað sekund er so tað vit fáa í brellbitanum. Tað er í 1:23 minutti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald