2020-10-19 19:55
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tað er ikki nógv eftir av húsunum í Nólsoy, sum eldur kom í um middagsleitið.
Sløkkiliðið í Nólsoy, men eisini sløkkiliðið í Havn vórðu boðsend beinanvegin. Sløkkiliðsfólk vórðu flutt út til Nólsoyar við Rescue Lív, meðan sløkkiliðsbilar og annað varð siglt út við strandfaraskipinum Ternuni beinanvegin.
Eldurin var stórur, men maðurin sum búði í húsinum slapp út í øllum góðum, men varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar fyri roykeitran.
Í morgin fer kanningararbeiðið í gongd fyri at staðfesta hvussu eldurin kyknaði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald