Ein russiskur trolari, sum hevur staðið í ljósum loga í norðurnorska býnum Tromsø, koppaði í morgun, og nú er vandi fyri, at umleið 200.000 litrar av dieselolju lekur úr skipinum.
Fleiri fólk í Tromsø eru flutt úr heimum sínum nærhendis havnina, og ólag hevur eisini verið á ferðsluni síðan eldurin kyknaði, skrivar NRK.
Men burturflytingin av fólkum og sløkkiarbeiðið er nú avblást, tí nú miðsavnar sløkkiliðið á staðnum um at forða fyri oljudálking.
Næstan 100 fólk máttu flytast burtur í gjár, og eisini var stongt fyri allari ferðslu í einum diametri á 300 metrar frá trolaranum, sum liggur í einum havnaøki nærhendis sjúkrahúsinum í útjaðaranum av sjálvum Tromsø býi.
Ferðslutrupulleikar vóru orsøk til, at fleiri av starvsfólkunum á universitetssjúkrahúsinum ikki sluppu til arbeiðis í morgun.
Á sjúkrahúsinum máttu tey eisini sløkkja fyri útluftingsskipanini orsaka av nógva roykinum, sum kom frá brennandi trolaranum. Men tendrað varð aftur, tá staðfest var, at talan ikki var um eitrandi royk, skrivar NRK.
Sambært sløkkiliðnum kykjaði eldurin í samband við sveisiarbeiði umborð og breiddi seg til fiskireiðskap umborð. Hetta er tó ikki váttað av løgregluni.
Trolarin, Bukhta Naezdnik, er bygdur í Noregi í 1991. Hann er 64 metrar langur og 13 metrar breiður. Eigari er eitt reiðarí í Murmansk.
Bukhta Naezdnik koppaði í morgun (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald