Uttanlands

Bretar á val 4. juli

Bretski forsætisráðharrin, Rishi Sunak, hevur útskrivað val

Rishi Sunak, bretskur forsætisráðharri (Mynd: EPA)

Rishi Sunak, bretskur forsætisráðharri (Mynd: EPA)

2024-05-22 17:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bretar skulu á val 4. juli.

Tað kunngjørdi bretski forsætisráðharrin, Rishi Sunak, seinnapartin, skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni.

Leysasaøgur hava gingið um, at val fór at vera útskrivað tí eitt nú fleiri ráðharrar hava avlýst samrøður við miðlar og eisni flutt fundir. Millum annað hevur bretski uttanríkisráðharrin, David Cameron, stytt um eina vitjan í Albania.

Næsta stjórnarval skuldi annars vera áðrenn 28. januar 2025, men tað verður altso 4. juli, at teir sleppa at seta krossin.

Bretar hava síðani seinasta val tann 12. desember 2019 havt tríggjar forsætisráðharrar. Boris Johnson vann valið fyri konservativa flokkin. Síðani hava Elizabeth Truss og Rishi Sunak verið forsætisráðharrar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder