Tað merkist á bretsku ferðavinnuni, at Stórabretland ikki longur er við í ES.
Síðan Brexit er serliga talið á fronskum og týskum ferðafólkum minkað.
Orsøkin er, at tað síðan oktober í 2021 hevur verið neyðugt hjá ferðafólki úr ES at vísa pass fyri at koma til Stórabretland, og færri enn helvtin av borgarum í Týsklandi og Fraklandi hava eitt gildugt pass, skrivar The Guardian.
Í 2016 var Stórabretland nummar sjey á listanum yvir best umtóktu ferðamálum hjá týskarum at ferðast til, men í 2022 var tað farið niður á eitt 16. pláss. Í Fraklandi var Stórabretland tað 9. best umtókta ferðamálið í 2016, men í 2022 lá Stórabretland á einum 14. plássi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald