Í Stórabretlandi fáa borgarar eitt gjald á 350 pund um mánaðin, um tey hava eitt kamar ella bústað tøkt í hálvt ár til ein ukraina, sum er flýddur undan krígnum.
Tað upplýsir bretska stjórnin í dag.
350 pund svara til 3.110 krónur um mánaðin ella 18.660 krónur fyri eitt hálvt ár.
Nýggja skipanin verður nevnd "Homes for Ukraine" (heim fyri Ukraina), og skal hon geva ukrainskum krígsflóttum atgongd til Stórabretlands, hóast tey ikki hava familju har. Frá endanum av næstu viku kunnu borgarar, felagsskapir, fyritøkur og lokalsamfeløg bjóða ukrainum innivist umvegis eina heimasíðu.
Øll, sum siga seg hava ein tøkan bústað skulu tó skjalprógva, at bústaðurin livir upp til vanlig krøv, skrivar Ritzau.
Flóttafólkafelagsskapurin hjá ST, UNHRC sigur, at 2,5 milliónir fólk eru rýmd úr Ukraina, síðan russiska innrásin byrjaði 24. februar. Mett verður, at talið kemur uppum fýra milliónir.
Pólland hevur tikið ímóti teimum flestu flóttafólkunum – uml. 1,5 milliónir. Síðani eru tað Ungarn og Slovakia, sum hava tikið ímóti teimum flestu.
Stórabretland hevur givið uml. 1000 ukrainum visum í hesum tíðarskeiðnum. Tað svarar til uml. 60 um dagin. Samstundis verður mett, at 150.000 ukrainar í miðal rýma úr teirra landi.
Áðrenn innrásina búðu uml. 44 milliónir fólk í Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald