Ben Wallace, sum hevur verið verjumálaráðharri í Stórabretlandi síðan 2019, legði í gjár frá sær.
Tað var í brævi til forsætisráðharran, Rishi Sunak, at Wallace, sum annars hevur verið nevndur sum ein møguligur avloysari fyri Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivara, boðaði frá, at hann fór at leggja frá sær.
Í brævinum ávaraði Wallace m.a. ímóti at niðurraðfesta verjupolitikkin. Hann sigur seg vera sannførdan um, at heimurin verður meira óstøðugur og ótryggur komandi tíggju árini, og er tað nú, at íløgur skulu gerast.
Tað verður Grant Shapps, fyrrverandi orkumálaráðharri, sum nú yvirtekur verjumál; nakað, sum fleiri konservativir politikkarar siga seg undrast yvir, tí Shapps ikki hevur royndir úr herinum, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald