Innanlands

Bretar góðkent koppingarevni hjá Johnson & Johnson

Nú eru fýra koppingarevni góðkend í Stórabretlandi, sum er millum tey londini, ið eru komin longst við koppsetingini fyri koronu

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-05-29 13:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Koppingarevnið hjá Johnson & Johnson, sum er tikið úr donsku koppsetingarætlanini orsakað av vandanum fyri álvarsomum hjáárin, varð fríggjdagin góðkent í Stórabretlandi.

Í mun til onnur koronakoppingarevni, sum eru komin á marknaðin, er bert neyðugt við einum skamti frá Johnson & Johnson fyri at fáa fulla verju móti koronu.

Bretska heilsumálaráðið upplýsir, at bretar hava bílagt 20 mió. skamtar av hesum koppingarevnunum. Tað er nakað færri enn í upprunaligu bíleggingini, tá talið var 30 mió. skamtar, skrivar Ritzau.

Koppingarevnið hjá Johnson & Johnson er fjórða koronakoppingarevnið, sum verður góðkent í Stórabretlandi. Hini trý eru tey frá Pfizer/BioNTech, Moderna og AstraZeneca.

Stórabretland er eitt av teimum londunum, sum eru komin longst við koppsetingini. Har eru 91 koppsetingar gjørdar per 100 íbúgvar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder