Bretska ákæruvaldið er í løtuni í ferð við at fyrireika fleiri enn 300 revsimál móti fólki, sum hava spýtt ella hostað á løgreglufólk og heilsustarvsfólk og síðani sagt, at tey eru smittað við COVID-19.
– Talan er um 313 álop á løgreglufólk og fólk, sum starvast innan heilsuøkið, umframt 62 onnur álop á handilsfólk, upplýsir ákæruvaldið í London.
Max Hill, stjóri hjá bretska ákæruvaldinum, sigur tað vera stór skomm at leypa á hartarbeiðandi fólk, sum veita alneyðuga tænastu undir einari heilsukreppu.
Hann hevur áður ávarað um, at fólk, sum hosta ella spýta á bjargingarfólk ella heilsustarvsfólk og síðani hótta við COVID-19 kunnu fáa upp í tvey ára fongsulsrevsing, skrivar Ritzau.
Í skrivandi stund eru gott 251.000 fólk staðfest smittað í Bretlandi, og av teimum eru 36.000 deyð, vísir uppgerð hjá worldometers.info.
–––
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald