Uttanlands

Bretar skulu hava nýggjan verjumálaráðharra

Ben Wallace, ið hevur verið verjumálaráðharri undir trimum forsætisráðharrum, ætlar at leggja frá sær sum verjumálaráðharri í heyst, og ætlar hann ikki at stilla uppaftur til næsta tjóðartingsval

Bretski verjumálaráðharrin, Ben Wallace (Mynd: EPA)

Bretski verjumálaráðharrin, Ben Wallace (Mynd: EPA)

2023-07-16 12:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretski verjumálaráðharrin, Ben Wallace stillar ikki upp til næsta tjóðartingsval. Eisini ætlar hann at leggja frá sær sum verjumálaráðharri í heyst.

Ben Wallace er 53 ár og tann konservativi verjumálaráðharrin, sum hevur sitið longst. Hann varð eisini nevndur sum ein møguligur eftirmaður hjá Jens Stoltenberg sum Nato-aðalskrivari, men sum kunnugt, varð embætistiðin hjá Stoltenberg longd við einum ári, skrivar Ritzau.

– Eg fór uppí politikk í skotska tjóðartinginum í 1999. Tað eru 24 ár. Eg havi brúkt góð sjey ár við trimum telefonum undir liðini á mínari song, sigur hann.

Fráboðanin hjá Wallace kemur eftir at hann í farnu viku vakti ans við at siga á einum tíðindafundi, at Stórabretland ikki bara er ein handil, sum skal veita ukrainum vápn, og at Ukraina eigur at vísa størri takksemi fyri tann stuðulin, sum verður latin.

Til hetta segði forsætisráðharrin, Rishi Sunak, at ukrainski forsetin, Voldoymyr Zelenskyj mangan hevur víst á, hvussu takksamur hann er.

Ben Wallace hevur verið verjumálaráðharri í fýra ár undir trimum ymiskum forsætisráðharrum. Hann hevur verið ein vælumtóktur limur í konservativa flokkinum og hevur eisini verið mettur at vera eitt gott formansvalevni.

Wallece sigur, at hann er greiður yvir, at arbeiðið sum verjumálaráðharri hevur havt ávirkan á familju hansara, og hóast hann er errin av hesum arbeiðnum, harmast hann um prísin fyri at taka arbeiðið framum familjuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder