Frá fríggjadegnum hevur Stórabretland sett innferðarforboð í verk fyri lond í Suðuramerika umframt Portugal. Orsøkin er eitt nýtt slag av koronavirus, sum er funnið í Brasil.
Bretski samferðslumálaráðharrin, Grant Sharpps upplýsir, at hetta m.a. er galdandi fyri Argentina, Brasil, Bolivia, Kolumbia, og Ekvador. Hetta er eisini galdandi fyri ferðandi úr Portugal, sum hevur tætt ferðsamband við Brasil.
Brasilska slagið av koronavirus hevur nøkur av somu eyðkennunum, sum hini nýggju sløgini, sum eru funnin í Stórabretlandi og Suðurafrika. Hesi verða mett at kunna smitta meira enn upprunaslagið av koronavirus, men tó verður ikki mett, at tey eru meira deyðilig.
Sambært tíðindastovuni Ritzau er Stórabretland undir stórum trýsti orsakað av nýggja bretska slagnum av koronavirus. Dagliga talið á deyðum hækkar, og sjúkrahúsini eru undir trýsti.
Bretska stjórnin vónar, at koppsetingin kann fáa teimum úr kreppuni. Mánadagin upplýsti bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, at Stórabretland hevði koppsett 2,4 mió. fólk.
Stórabretland er fyrsta landið í heiminum at góðkenna tey trý koppingarevnini frá Pfizer/BioNTech, Moderna og Oxford-AstraZeneca.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald