2020-12-02 09:12
Heilivágsfyritøkurnar Pfizer og Biontech hava fingið góðkent teirra koronavaksinu í Stórabretlandi. Sostatt kann farast undir at koppseta móti korona í Bretlandi longu í næstu viku.
Tað upplýsir bretska stjórnin í einum tíðindaskrivi. Góðkenningin er gjørd eftir tilmæli frá bretska heilivágsstýrinum.
Stórabretland er sostatt fyrsta vestanlandið, sum góðkennir eina vaksinu móti korona.
Pfizer hevur eisini søkt um at fáa góðkent vaksinuna í ES. Í gjár segði evropeiski heilivágsstovnurin EMA, at tey fóru at koma við eini avgerð í seinasta lagið 29. desember, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald