Uttanlands

Bretar umhugsa føroyska loysn undir Isle of Man

Ætlanir eru um at byggja ella bora fast samband millum Ongland og Írland

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-02-23 13:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Við Eysturoyartunnlinum og rundkoyringini undir Saltnesgrynnuni umhugsar Bretland nú at gera ein tunnil undir Írlandshav millum Írland og Ongland og við eini rundkoyring miðskeiðis, so koyrandi verður upp á Manoy – Isle of Man.

Tað er enska sunnudagsblaðið Express.co.uk, sum sunnudagin skrivaði, at hetta hevur verið umrøtt á einum fundi har møguleikarnir fyri einum føstum sambandi til Írlands var til viðgerðar. Eisini aðrir møguleikar vórðu tiknir fram á fundinum, eitt nú at gera fasta sambandið til Skotlands ella Wales.

Alister Jack, sum er ráðharri fyri Skotland í konservativu bretsku stjórnini hjá Boris Johnson, sigur við Espress.co.uk, at fleiri ymisk uppskot vóru frammi á umrødda fundinum, og at fleiri teirra høvdu verið til stórt gagn fyri bretska búskapin. Hann sigur eisini, at honum dámar væl loysnina við einum tunli undir Írlandshavi.

Á fundinum greiddi eitt embætisfólk frá føroysku loysnini við eini rundkoyring – rundabout, sum tað verður kallað har – undir havbotninum.

Og viðkomandi skal hava sagt við Express.co.uk:

- Um Føroyar hava slíkar loysnir, so kunnu vit eisini.

Men samferðsluráðharrin í skotsku stjórnini, Michael Matheson úr SNP, hevur kallað ætlanina fyri eina ‘fáfongdar-ætlan’, sum ongantíð gerst veruleiki.

Hetta tí at Boris Johnson, forsætisráðharri, skal hava talað fyri møguleikanum at byggja eina brúgv um Írlandshav.

Ætlaða brúgvaføringin er úr Portpatrick, beint norðan fyri Isle of Man, og yvir til Norðurírland, har fergurnar nú sigla. Ein brúgv nakað norðari, frá Kintyre hálvoynni yvir til útnyðringshornið á írsku oynni, hevur eisini verið nevnd.

Norðara loysnin hevði verið styttri, men flutningsmøguleikarnir eru ikki eins góðir og frá Portpatrick, har ferjuhavnin til Írlands nú er. Her er 20 miles, svarandi til góðar 32 kilometrar, yvir til írska fastlandið.

Ivi er sáddur um tað tekniskt letur seg gera at byggja eina brúgv úr Portpatrick til Írlands, av tí at her er ein upp til 300 metra djúp renna, Beaufort Dyke, sum varð brúkt sum køstur fyri krígsburturkast eftir annan heimsbardaga.

Arbeiðsbólkurin undir leiðslu av Sir Peter Hendy, sum arbeiðir við fasta sambandinum, verður væntandi klárur at leggja sína frágreiðing alment fram einaferð næsta summar, skrivar Express.co.uk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder