Uttanlands

Bretar veitra reyða ES-passinum farvæl

Nú Stórabretland er farið úr ES, verður í mars farið aftur til bláa passið

Soleiðis fer bretska passið at síggja út skjótt (Mynd: Mirror)

Soleiðis fer bretska passið at síggja út skjótt (Mynd: Mirror)

2020-02-23 15:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sum fylgju av brexit, skulu tey í Stórabretlandi í mars fara frá myrkareyða passinum og yvir aftur til tað bláa, sum varð brúkt áðrenn ES.

Tað upplýsir bretska stjórnin sambært The Guardian.

– Við at fara aftur til ikoniska sniðið, sum er blátt og gullfarvað, fer bretska passið aftur at samsvara við okkara tjóðarsamleika, og eg gleði meg at ferðast við einum, sigur bretski innlendismálaráðharrin, Priti Patel sambært Ritzau.

Sambært Innlendismálaráðnum er nýggja passið sera framkomið við einari rúgvu av nýggjum og dagførdum trygdarhentleikum.

Bretar hava havt reyða ES-passið síðan 1988, og í løtuni eru deildar meiningar um skiftið frá reytt til blátt.

Tað er franska fyritøkan Thales, sum hevur fingið ábyrgdina av at framleiða nýggja passið. Sjálv framleiðslan verður tó í Póllandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder