2019-03-14 18:56
Bretar ynskja at útseta Brexit fyri at fáa eina avtalu í lag við ES.
Hetta gjørdist greitt, tá ein stórur meiriluti í bretska undirhúsinum atkvøddu fyri at biðja ES um eina útseting av Brexit.
412 atkvøður vóru fyri, og 202 atkvøður vóru ímóti.
Hetta hendir eftir at ein meiriluti í undirhúsinum gjørdi greitt, at teir ikki ynskja at fara úr ES uttan eina skilnaðaravtalu.
Fyri at Bretland skal sleppa at útseta Brexit, noyðast øll 27 limalond í ES at taka undir við hesum, og verður málið tikið upp á einum toppfundi í næstu viku.
Sambært DR segði ES forsetin, Donald Tusk fyrr í dag, at hann vil biðja limalondini um at vera opin fyri eina útseting av Brexit.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald