Týska løgreglan hevur handtikið ein bretskan mann, sum starvast á bretsku sendistovuni í Berlin. Orsøkin er, at hann er undir illgruna fyri at njósnast fyri Russland.
Maðurin, ið verður nevndur David S., er 57 ára gamal, og hann er undir illgruna fyri at hava útflyggjað russiska fregnartænastuni skjøl afturfyri reiðan pening. Hetta hevur hann gjørt í minsta lagi eina ferð, sigur týska ákæruvaldið.
Hvussu stóra upphædd ákærdi maðurin fekk fyri at víðarageva upplýsingar, er tó ógreitt, skrivar Ritzau.
David S. varð týsdagin handtikin í Potsdam nærindis Berlin. Íbúð og arbeiðspláss hansara er rannsakað. Seinni í dag skal hann fyri rættin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald