Uttanlands

Breti vann yvir eina milliard krónur

Talan er um triðstørsta vinningin í EuroMillions, vunnin í Bretlandi

2019-06-12 07:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein bretskur lottospælari vann í gjár stóra vinningin í evropeiska lottospælinum EuroMillions. Vinningurin var 123 milliónir pund – gott og væl eina milliard krónur.

Talan er um triðstørsta lottovinningin, ið nakrantíð er trektur til ein lottoseðil, keyptur í Bretlandi, skrivar Sky News.

Bretskir lottospælarar hava verið óvanliga hepnir í EuroMillions spælinum í ár. Ársins fyrsta dag vunnu eini hjún úr Norðurírlandi 115 milliónir pund. Og í mars vann AdeGoodchild úr Hereford í Onglandi 71 milliónir pund.

Í apríl fall aftur ein stórur vinningur í Bretlandi, tá ein ónavngivin persónur vann 35,2 milliónir pund í EuroMillions.

Stórivinningurin er tó ongin trygging fyri lívslanga eydnu.

Í 2011 settu Colin og Christine Weir bretskt met tá tey vunnu 161 milliónir pund. Í apríl í ár boðaðu tey frá, at tey fóru frá hvørjum øðrum. Eisini eini onnur hjún vórðu sundurlisin bara eitt ár eftir, at tey í august 2012 høvdu vunnið 148 milliónir pund, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder