Uttanlands

Bretland: 100-ára gomul hetja sjálvur fingið covid-19

Tom Moore fekk riddarakross frá drotningini eftir at hava savnað stóra upphædd til bretska heilsuverkið

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-02-02 11:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hann var ein sólskinssøga, tá hann fór undir at ganga runt í egna urtagarði sínum fyri at savna pening inn til bretska heilsuverkið, NHS.

100 ára gamli Tom Moore vónaði at kunna savna inn 10.000 krónur til heilsuverkið í stríðnum móti korona. Men tað gekk eitt sindur betri, enn hann hevði væntað.

Tað gjørdist ein til næsta 275 milliónir krónur.

Nú er fyrrverandi kapteynurin í herinum sjálvur raktur av covid-19. Tað boðar familjan hjá honum frá, og hevur biðið um frið og virðing fyri privatlívinum. Sagt verður, at Tom Moore nú fær hjálp av einum tóli at draga andan, men at hann tó ikki liggur á intensivari deild.

[object Object]

Í Bretlandi verður gjørt nógv burtur úr, at kaptain Moore er vorðin sjúkur. Hann hevur fingið nógvar heilsanir eisini frá ovastu rók.

Millum annað frá Boris Johnson, forsætisráðharra.

- Eg tosaði við familjuna hjá honum í gjár, og eg kann bara siga, at kaptain Tom Moore hevur verið ein fyrimynd fyri øll her á landi. Okkara tankar eru hjá honum og familju hansara, sigur Boris Johnson.

Moore varð sligin til riddara av bretsku drotningini fyri sítt átak at savna inn pening til bretska heilsuverkið. Tað hendi í fjørsummar.

Bretland er hart rakt av korona í løtuni. Herfyri fór talið av andlátum, ið verða sett í samband við korona, upp umm tey 100.000. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder