Tað er í dag, at freistin hjá limunum í Konservativa flokkinum í Bretlandi at atkvøða fyri nýggjum leiðara er. Síðani Teresa May legði frá sær seint í mai, hevur spurningurin verið, hvør fer at taka yvir.
Boris Johnson, fyrrverandi borgarstjóri í London, er favoritturin sambært veljarakanningunum og serfrøðingum, men fleri serfrøðingar ivast í, um hansara kós, serliga viðvíkjandi Brexit, er røtt. Nakrir ráðharrar hava eisini boðað frá, at teir hava ætlanir um at leggja frá sær, um Johnson gerst nýggjur leiðari. Millum annað fíggjarmálaráðharrin Phillip Hammond. Hitt valevni er Jeremy Hunt.
Sambært Kringvarpinum verður væntað, at klokkan 17.00 verður úrslitið til reiðar, men úrslitið verður tó ikki almannakunngjørt tá, men í morgin. Umleið 160.000 flokslimir í Konservativa flokkinum í Stórabretlandi hava atkvøðurætt
Uttanlands
Bretland: Atkvøðugreiðslan endar í dag
Nýggi formaðurin í Konservativa flokkinum gerst eisini forsetismálaráðharri
Boris Johnson er favorittur at taka yvir - Mynd: EPA
2019-07-22 10:38
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald