Stórabretland og ES komu í gjárkvøldið ásamt um at geve Bretlandi eina longda freist til at finna fram ein eina avtalu, so partarnir sleppa undan einum ruðuleikakendum brexit.
Toppfundurin í Brússel millum stjórnarleiðararnar úr teimum 27 londunum kom ásamt um eitt nýtt tilboð um eina útsetan av Brexit.
Tað váttaði ES-forsetin, Donald Tusk, á Twitter í nátt. Nakað fyri klokkan eitt í nátt var fundur millum hann og bretska forsætisráðharrin, Theresa May, har hon varð kunnað um semjuna, sum hini 27 ES-londini vóru komin fram til.
Tey 27 londini eru sinnað at útseta brexit til 31. oktober í ár. Í avtaluni stendur, at partarnir skulu hittast aftur í juni at viðgera avtaluna nærri, skrivar Ritzau.
Datsetingin er ein semja millum fleiri lond, sum øðrumegin ynsktu eina longri útseting, og so Frakland, sum talaði ógvuliga sterkt fyri at skilnaðartilgongdin skuldi vera so stutt sum gjørligt.
Avtalan inniber, at Bretland nú kortini skal hava val til ES-tingi síðst í mei mánaði.
31. oktober er skiftisdagur í ES-nevndini. Við at velja henda dagin sum seinasta freist hjá Bretlandi at sleppa sær burtur úr felagsskapinum, slepst eisini undan at skula velja bretskan lim tá nýggja ES-nevndin skal setast.
Bretland hevur nú fingið nýggja freist at sleppa sær úr ES-samstarvinum (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald