Í Stórabretlandi hevur leiðarin av Brexitflokkinum, Nigel Farage, boðað frá, at flokkur hansara ikki stillar upp í teimum 317 valdømunum, sum konservativi flokkurin vann í 2017.
Endamálið er at hjálpa konservativa flokkinum at tryggja sær meiriluta við at forða fyri, at atkvøðurnar hjá teimum, ið ynskja, at Bretland skal fara úr ES, verða deildar millum konservativa flokkin og Brexitflokkin.
Hóast Brexitflokkurin ikki ætlar at kappast við tey konservativu, fer flokkurin at leggja dent á at føra valstríð í teimum valdømum, sum andstøðuflokkurin Labour vann seinast.
Nigel Farage sigur, sambært TV2, at hann ynskir at forða Labour í at senda bretar á fólkaatkvøðu um brexit enn einaferð, sum er júst tað, flokkurin hevur lovað at gera, um hann kemur til valdið.
Nigel Farage boðaði fyri viku síðani frá, at hann ikki sjálvur stillar upp til tjóðartingsvalið. Hann hevur annars stillað upp til tjóðartingið fleiri ferðir áður, tó uttan at verða valdur inn. Síðan 1999 hevur hann verið limur í ES-tinginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald