Uttanlands

Bretland: Hóttanir halda kvinnuligum politikarum frá at stilla upp

Drápið á Jo Cox í 2016 hevur fingið kvinnuligar politikarar at óttast, og verður heitt á tær um ikki at føra valstríð einsamallar

Fólk løgdu blómur til minnis um Jo Cox, sum varð dripin í 2016 (Mynd: EPA)

Fólk løgdu blómur til minnis um Jo Cox, sum varð dripin í 2016 (Mynd: EPA)

2019-11-02 13:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Bretlandi, har valstríðið nú er skotið ígongd, halda fleiri kvinnur seg aftur við at stilla upp til tjóðartingsvalið orsakað av hóttanum.

Sambært bretskum miðlum hava fleiri kvinnuligir tjóðartingslimir eisini fingið ávaringar ímóti at fara út á gøtuna at føra valstríð einsamallar, serliga um kvøldið.

Eitt nú hevur leiðarin av flokkinum Change UK, Anna Soubry, fingið fleiri hóttanarbrøv. Í einum stendur m.a. soleiðis:

- Cox var tann fyrsta, tú ert tann næsta.

Brævið sipar til Labour politikaran Jo Cox, sum í 2016 varð dripin á opnari gøtu. Hetta hendi eina viku, áðrenn bretar fóru á fólkaatkvøðu um brexit.

Jo Cox, sum stuðlaði ES og ynskti, at Bretland skuldi gera meira fyri tey mongu flóttafólkini, sum komu til Evropa, varð skotin tríggjar ferðir og síðani stungin 15 ferðir við knívi.

Ein annar Labour-politikari, Rosie Duffield, sigur eisini, sambært TV2, at hon og fleiri aðrir kvinnuligir politikarir hava fingið ávaringar um ikki at føra valstríð einsamallar, serliga ikki um kvøldið.

Hon sigur, at hesar ávaringarnar avmarka teirra valstríði, hóast tær tíverri eru neyðugar. Eisini sigur hon, at hóttanir og ávaringar er vorðin gerandiskostur hjá kvinnuligum politikarum í Bretlandi.

Bretska løgreglan hevur eisini heitt á kvinnuligar politikarar um ikki at almannakunngera, hvar tær eru staddar, og um ikki at føra valstríð um kvøldið.

Av teimum 649 tjóðartingslimunum eru 211 kvinnur. Higartil hava 17 kvinnuligir tjóðartingslimir og 41 mannligir tjóðartingslimir boðað frá, at tey ikki stilla upp aftur til valið í desember.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder