
Tvey av grannalondum okkara boðaðu í farnu viku frá, at Føroyar nú ikki longur eru á reyða listanum, og at ferðafólk úr Føroyum kunnu koma til landið uttan at fara í sóttarhald.
Mikudagin boðaðu íslendsku myndugleikarnir frá, at ferðafólk úr Føroyum ikki skulu í sóttarhald frá í gjár – 10. mai – at rokna.
Les: Ísland sleppur kravinum um sóttarhald fyri ferðandi úr Føroyum
Og fríggjadagin boðaðu myndugleikarnir í Bretlandi frá, tey eisini fara at bjóða ferðafólkum úr Føroyum vælkomnum uttan at krevja av teimum, at tey fara í sóttarhald.
Henda skipan kemur í gildi 24. mai.
Bretland flytir Føroyar av reyða listanum til tann appelsingula saman við Íslandi, Portugal, Gibraltar, Ísrael, Eysturríki, New Zealandi, Singapore og Brunei.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, segði við Portalin í farnu viku, at av tí at vit framvegis hava krav um sóttarhald í fýra dagar, er avmarkað við áhuganum at ferðast til Føroyar, og so leingi tað kravið framvegis er galdandi, fer flogfelagið at taka uppaftur ruturnar til Íslands og Skotlands.
Í løtuni er ætlanin at byrja flúgvingina aftur til Keflavíkar 18. juni og til Edinburg 1. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald