Aftaná næsta tjóðartingsval skal formaðurin í Labour ikki rokna við at fáa stuðul frá Liberaldemokratunum til at koppa konservativa forsætisráðharranum, Boris Johnson.
Tað sigur forkvinnan hjá Liberaldemokratunum, Jo Swinson í dag, sambært JyllandsPosten.
Sambært Jo Swinson er Jeremy Corbyn ikki skikkaður til starvið sum forsætisráðharri.
Skotski loysingarflokkurin SNP sigur seg fegin vilja stuðla Jeremy Corbyn sum forsætisráðharra, men afturfyri vilja tey hava eina nýggja fólkaatkvøðu um skotska loysing.
Ein slík fólkaatkvøða var í 2014, og tá atkvøddu 55 prosent fyri at verða verandi sum ein partur av Stórabretlandi.
Á fólkaatkvøðuni um brexit tvey ár seinni, atkvøddi meirilutin í Stórabretlandi fyri at fara úr ES, men ein meiriluti av skotunum atkvøddu ímóti brexit.
Í hesum døgum verður bíðað eftir, at konservativa stjórnin fær eina nýggja skilnaðaravtalu í lag við ES.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald