Bretland hevur gjørt av at loyva kinesiska felagnum Huawei framhaldandi at vera ein partur í 5G netinum í landinum hóast ávaringar úr USA. Men tað verður við avmarkingum. Tað skrivar BBC í dag.
Tað verður nevniliga sýtt kinesiska felagnum at lata útgerð til ”viðkvæmar partar” av netverkinum – tað tey kalla kjarnuna, ’the core’.
Harafturat verður avmarking sett á, sum sigur at felagið ikki kann lata meira enn 35 prosent av útgerðini á netinum kring um í landinum, hetta umfatar eitt nú antennumastrar.
Og so sleppur Huawei heldur ikki at lata útgerð í økjum nærhendis hernaðarstøðir og kjarnorkuverk, skrivar BBC.
- Huawei fegnast um, at bretska stjórnin loyvir okkum at halda fram at samstarva við kundar okkara um at byggja 5G netverkið út, sigur stjórin hjá Huawei í Bretlandi, Victor Zhang í eini fráboðan.
- Harvið fær Bretland atgongd til bestu tøkni og tryggjar ein kappingarføran marknað, leggur hann afturat.
Boris Johnson, forsætisráðharri, hevur verið undir trýsti frá USA og konservativum tinglimum móti at geva kinesiska tøkni-risanum atgongd til Bretska marknaðin og harvið seta landsins trygd í vanda.
Men Bretland er ávarað úr Beijing um, at forðingar kunnu fáa týðandi fylgjur fyri aðrar handils- og íløguætlanir í landinum, um beinleiðis bann varð sett fyri at brúka Huawei.
Avgerðin verður mett sum størsta avbjóðingin hjá Boris Johnson og hansara sokallaðu post-Brexit ætlan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald