Leiðarin av Brexitflokkinum, Nigel Farage, stillar ikki upp til tjóðartingsvalið í Bretlandi.
Hesum boðaði hann frá í sendingini "The Andrew Marr Show" í dag.
Í staðin fyri at stríðast í tjóðartinginum, ætlar hann at ferðast runt kring Bretland – og byrjað verður í morgin.
Flokkurin hjá Nigel Farage stríðist fyri at fáa bretar úr ES uttan avtalu – eitt sonevnt hart brexit.
Sambært Politiken hevur hann heitt á teir flokkarnar, sum ynskja Bretland úr ES, um at standa saman um at gjøgnumføra brexit.
Fríggjadagin skeyt hann upp, at Boris Johnson skuldi droppa sína skilnaðaravtalu og stuðla Brexitflokkinum í valstríðnum. Men hetta noktaði Johnson at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald