Uttanlands

Bretland setir strangari krøv í gildi

Bretar sleppa ikki at møtast – undantak verður tó gjørt um jólini

Frá orðaskiftinum í undirhúsinum í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Frá orðaskiftinum í undirhúsinum í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

2020-12-02 07:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein nýggj skipan við steinging av samfelagnum í trimum stigum fyri at støðga smittuspjaðing kom í gildi í Onglandi á midnátt.

Tað hendi eftir at ætlanin varð góðkend í tjóðartinginum í gjárkvøldið við 291 atkvøðunum fyri og 78 ímóti, skrivar BBC.

Við nýggju skipanini eru 55 milliónir onglendingar nú undirlagdir teimum tveimum strangastu krøvunum.

55 at konservativu floksfeløgunum hjá Boris Johnson, forsætisráðharra, atkvøddu ímóti ætlanini hjá stjórnini. Hetta er størsta mótstøða frá egnum fólkum, sum Johnson higartil hevur fingið. Harafturat vóru 16, sum sum ikki greiddu atkvøðu. Fleiri konservativ eru bangin fyri búskaparligu avleiðingunum av tiltøkunum.

Skipanin verður søgd at oyðileggja vinnulívið, serliga pubbirnar, sum kemur undir nógv strangari krøv.

Øll øki í landinum eru nú í einum av trimum vandastigum: miðal, høgt ella sera høgt. Nógv størsti parturin av íbúgvunum í landinum býgva í økjum, ið eru mett at hava høgt ella sera høgt vandastig.

Nýggja skipanin er strangari enn tær avmarkingar, sum settar vórðu í verk 5. november, og fóru úr gildi á midnátt, skrivar BBC.

Fólk, sum búgva í vandastigi 2, høgt, mugu ikki hitta fólk uttan fyri egið húski innandura. Uttandura kunnu tey hittast í bólkum upp til seks fólk.

Undir triðja stigi kunnu fólk ikki vera saman við øðrum enn húskinum.

Í gjár kom fram, at pubbir, sum ikki borðreiða við mati, fáa 1.000 pund hvør, svarandi til 8,300 krónur, sum hjálp frá myndugleikunum í desember. Nógv halda, at tað er ov lítið.

Sambært Boris Johnson, forsætisráðharra, hevur steingingin í fýra vikur, sum varð sett í verk 5. november, hjálpt við at minka um smittuna í landinum.

Hann leggur tó dent á, at neyðugt er at leingja tiltøkini, og ikki lata uppaftur ov skjótt fyri at sleppa undan at seta fleiri avmarkandi tiltøk í verk í januar.

Tiltøkini verða eftirmett aðru hvørja viku. Um jólini verða avmarkingarnar settar úr gildi í fimm dagar, so familjur kunnu hittast.

Sambært John Hopkins University, hava 1,7 milliónir smittutilburðir verið í Stórabretlandi og 59.148 andlát verða sett í samband við smittuna, skrivar BBC. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder