Uttanlands

Bretland skal ikki fara úr ES uttan avtalu

Í morgin fer parlamentið at atkvøða um at útseta freistina hjá Bretlandi at fara úr ES

Theresa May (Savnsmynd/EPA)

Theresa May (Savnsmynd/EPA)

2019-03-13 21:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretland skal ikki fara úr ES uttan avtalu. Hetta gjørdi ein meiriluti í bretska undirhúsinum greitt í kvøld.

321 atkvøddu fyri at útiloka møguleikanum hjá Bretlandi at fara úr ES uttan avtalu, og 278 atkvøddu ímóti.

Sostatt skal ein skilnaðaravtala gerast við ES, um Bretland skal fara úr.

Eftir ætlan skulu bretar fara úr ES 29. mars, um 16 dagar, men í morgin fer bretska parlamentið at atkvøða um, hvørt mann eigur at útseta freistina hjá Bretlandi at fara úr ES.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder