Uttanlands

Tjóðartingsformaðurin kann blokera 3. atkvøðugreiðsluna um Brexit-avtalu

- Eg kann ikki loyva enn einari atkvøðugreiðslu, um avtalan ikki verður broytt munandi, sigur John Bercow

John Bercow (Mynd: EPA)

John Bercow (Mynd: EPA)

2019-03-18 19:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretska tjóðartingið hevur longu vrakað skilnaðaravtaluna hjá Theresu May tvær ferðir, og bretski forsetisráðharrin ætlar at fáa enn eina atkvøðugreiðslu um avtaluna seinni í vikuni. Men hendan ætlanin verður møguliga ikki veruleiki.

Formaðurin fyri bretska tjóðartingið, John Bercow, sigur nevniliga, at hann ikki kann loyva enn einari atkvøðugreiðslu um avtaluna, um hon ikki verður broytt munandi.

- Stjórnin kann ikki lata tinginum somu avtaluna - ella næstan somu avtaluna - sum varð vrakað í síðstu viku, sigur hann sambært DR.

Bretska tjóðartingið kann nevniliga ikki atkvøðu um sama uppskot ferð eftir ferð.

Hesa vikuna skal Theresa May royna at biðja ES um eina útsetan av Brexit, sum eftir ætlan skuldi vera um 11 dagar, 29. mars.

- Ynskir stjórnin at koma við einum nýggjum uppskoti, sum ikki er líka, ella næstan líka, sum tað, sum varð vrakað 12. mars, so er í lagi, sigur John Bercow.

Nú er skjótt trý ár síðani, bretar høvdu fólkaatkvøðu um Brexit. Tað var í juni 2016.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder