Innanlands

Bretsk F-35B flogfør í føroyskum loftrúmi

Tey vera partur av venjing, sum eisini MRCC, Brimil og tyrlutænastan tekur lut í

(Mynd: Uk Mod Crown Copyright 2026/Reuters/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Uk Mod Crown Copyright 2026/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-07-18 08:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag koma fýra bretsk F-35B flogfør í føroyskt loftrúm í sambandi við eina leiti- og bjargingvenjing, sum verður gjørd í samstarvi millum VØRN, bretska flogberan, Prince of Wales, og NATO.

Hesum boðar Uttanríkismálaráðið frá.

Flogførini hava støð á bretska flogberanum, HMS Prince of Wales, sum er eystanfyri Føroyar. MRCC, Brimil og tyrla taka lut í venjingini, sum er partur av NATO-átakinum NEPTUNE STRIKE.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder