Uttanlands

Bretsk gransking: Átta vikur millum koppsetingarnar gevur góða verju

Longri bíðitíð millum koppsetingarnar merkir, at immunverjan framleiðarir meira andevni

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-07-23 12:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein bíðitíð á átta vikur millum fyrru og seinnu koppseting við koppingarevninum hjá Pfizer/BioNTech kann sambært nýggjari bretskari kanning geva góða verju móti Delta-frábrigdinum.

Longri bíðitíð millum koppsetingarnar merkir, at immunverjan framleiðarir meira andevni, er niðurstøðan í kanningini, sum tó enn ikki er almannakunngjørd, skrivar BBC.

Áður varð mælt til, at bíðitíðin var tríggjar vikur millum fyrru og seinnu koppseting. Síðani varð bíðitíðin víðkað til upp í 12 vikur, so fleiri bretar kundu fáa fyrru koppsetingina. Nú allir vaksnir bretar hava fingið tilboð um koppseting verður mælt til at fáa seinnu koppsetingina eftir átta vikur.

Í Føroyum hevur bíðitíðin millum fyrru og seinnu koppseting verið fýra vikur, men fyri fáum vikum síðani varð hetta broytt til tríggjar vikur fyri at fáa fólk skjótari liðugt koppsett.

Sambært Ritzau er nýggja granskingin fíggjað av bretsku stjórnini, men aðrir granskarar hava enn ikki mett um kanningina.

Sambært frágreiðingini, varð immunreaktiónin hjá 503 heilsustarvsfólkum kannað. Tey høvdu øll fingið tvær koppsetingar síðst í 2020 og fyrst í 2021, men ikki var líka langt ímillum hjá øllum. Síðani varð nøgdin av andevni kannað ein mánað eftir seinnu koppsetingina.

Kanningar vístu, at nøgdin av andevni var høg bæði hjá teimum, sum høvdu tíggju vikur ímillum, og hjá teimum, sum høvdu tríggjar vikur ímillum koppsetingarnar. Tó var nøgdin hægri hjá fyrra bólkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder