Uttanlands

Bretsk rakettútskjóting miseydnaðist í nátt

Fyrsta rakettútskjótingin frá bretskari jørð gekk ikki sum ætlað

Rakettin, LauncherOne, var fest undir veinginum á umbygda jumbojett flogfarinum (Mynd: BBC / Reuters)

Rakettin, LauncherOne, var fest undir veinginum á umbygda jumbojett flogfarinum (Mynd: BBC / Reuters)

2023-01-10 07:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrsta royndin at senda eina rakett út frá Vesturevropa sær út til at vera miseydnað í nátt.

Boðað varð í nátt frá onkrum ‘ólagi’ tá rakettin LauncherOne í gjárkvøldið varð send avstað frá Newquay í Útsynningsonglandi.

Tað upplýsti felagið, sum stendur aftan fyri útskjótingini, Virgin Orbit, sambært Reuters. Boðini ljóðaðu, at alt ikki var, sum tað skuldi vera, og at fylgisveinarnir ikki komu í ringrás um jørðina eftir ætlan.

Dáturnar frá hendingini verða nú eftirmettar, verður lagt afturat.

Hetta er sostatt onnur miseydnaða evropeiska útskjótingin, eftir at ein ætlað útskjóting av eini italskt bygdari rakett, sum skuldi sendast út frá Fronskum Guyana miseydnaðist í desember.

LauncherOne hevði níggju smáar fylgisveinar umborð, og útsendingin var søgulig, tí talan var, sambært AFP tíðindastovuni, um ta fyrstu útskjótingina av eini rakett frá bretskari jørð.

Eitt umbygt Boeing 747 jumbojett flogfar fór í gjárkvøldið kl. 23.02 avstað frá Newquay í Cornwall við rakettini festari undir øðrum veinginum, og rakettin skuldi koblast frá flogfarinum yvir Atlantshavinum, tá flogfarið var komið upp í 10.670 metra hædd.

Men eftir øllum at døma gekk tað ikki eftir ætlan, tá rakettin skuldi halda leiðina víðari út í rúmdina.

Verkætlanin var í Bretlandi kallað byrjanin til bretskan rúmdarídnað.

Yvir 2.000 áhugað fólk vóru møtt upp í Cornwall í gjárkvøldið fyri at uppliva Boeing-flogfarið, kallað “Cosmic Girl” fara avstað, skrivar Reuters.

Bretski milliardingurin Sir Richard Branson er ein av eigarunum av Virgin Orbit.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder