Bretska tíðindakvinnan, Stacey Dooley, hevur síðan 2009 havt sína egnu sjónvarpsrøð á BBC, har hon kannar ymisk viðurskifti, eitt nú barnaarbeiði í menningarlondum, menniskjahandil í Asia, og heimloysi í USA. Nú hevur hon so verið í Føroyum og kannað hvalaveiðuna.
Í nýggjasta partinum av røðini "Stacey Dooley Investigates", fer tíðindakvinnan m.a. til Noregs, har hon upplivir drápið á einum sildreka, og síðani fer hon til Føroyar at kanna grindadrápið har, og tosar hon bæði við lokal fólk, sum ynskja at verja rættin at drepa grind, og onnur, sum eru ímóti drápinum.
– Stacey hittir sera kensluborin og eldhugað fólk á báðum síðum umframt aðrar mentanir, tá hon leitar eftir svarinum til spurningin: Er pláss fyri hvalaveiðu í hesum døgum, stendur m.a. í lýsingini av nýggjasta partinum av sjónvarpsrøðini.
Meira kann lesast um sendingina hjá BBC her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald