Uttanlands

Bretska Kate prinsessa fingið staðfest krabbamein

Hon fær viðgerð fyri krabbamein

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-03-22 18:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kate prinsessa av Wales er í fyribyrgjandi kemoviðgerð, eftir at royndir í sambandi eina skurðviðgerð í búkinum, sum varð gjørd í januar, vístu, at hon hevði krabbamein.

Hetta upplýsir hon í einari upptøku, sum er almannakunngjørd í dag.

Prinsessan, sum er gift við William prinsi, var í tvær vikur í januar mánað á sjúkrahúsi eftir skurðviðgerðina.

Læknatoymið ráddi mær til at fara í fyribyrjandi kemoviðgerð, og tað er har vit eru nú, sigur hon.

Einki verður sagt um, hvat slag av krabba, talan er um.

Í februar kom eisini fram, at Charles kongur hevur fingið staðfest krabbamein, og hann er eisini í viðgerð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder