Uttanlands

Bretska stjórnin umskipað

Liss Truss verður nýggj uttanríkisráðkvinna fyri Dominic Raab, ið nú verður løgmálaráðharri og varaforsætisráðharri

Lis Truss á veg út úr 10 Downing Street í dag (Mynd: EPA)

Lis Truss á veg út úr 10 Downing Street í dag (Mynd: EPA)

2021-09-15 17:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johson, hevur umskipa stjórn sína.

Núverandi uttanríkisráðharrin, Dominic Raab, verður løgmálaráðharri og samstundis nýggjur varaforsætisráðharri, skrivar BBC.

Lis Truss, handilsmálaráðkvinna, sum hevur spælt ein avgerandi leiklut í samráðingunum við onnur lond eftir brexit, verður uttanríkisráðkvinna í staðin fyri Raab.

Dominic Raab fekk nógvar ábreiðslur eftir at taliban tók valdið í afghanska høvuðsstaðnum Kabul fyri mánað síðani.

Dominic Raab var á feriu á eini grikskari oyggj, meðan bretska stjórnin stríddist við at flyta bretskar borgarar og afghansk starvsfólk út úr Kabul. Trupult var at fáa samband við uttanríkisráðharran, og tað varð víst á, at hann ikki sjálvur var førur fyri at taka avgerðir ella halda seg kunnugan við hvat fór fram.

Fleiri týðandi ráðharrar í stjórnini hjá Johnson verða fluttir ella skiftir út. Við umskipanini roynir Johnson at seta sjóneykuna á stríðið fyri at skapa betri livikor eftir farsóttina, sum hevur gjørt stjórnina veikari.

Eitt nú er Gavin Williamsom koyrdur frá sum kenslumálaráðharri, tí tað vóru stórir trupulleikar við trygdini á skúlunum undir farsóttini.

Robert Buckland, løgmálaráðharri, er eisini biðin um at taka seg aftur. Sama er galdandi fyri ráðharran við íbúðarmálum, Robert Jenrick.

Stjórnarkeldur siga, sambært Ritzau, at Johnson hevur tilnevnt nýggjar ráðharrar og -kvinnur, hvørs styrki er at fremja nýskipanir og semju í Bretlandi. 

[object Object]
Fleiri ráðharrar og -kvinnur gingu út og inn úr 10 Downing Street í London í dag. Her er tað Dominic Raab, sum nú verður løgmálaráðharri (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder