Uttanlands

Bretska tjóðartingið feldi øll 8 uppskotini

Í kvøld var vegleiðandi atkvøðugreiðsla um 8 alternativ uppskot til brexitavtaluna hjá May

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-03-27 23:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kvøld skuldi bretska tjóðartingið atkvøða um átta alternativ uppskot til skilnaðaravtaluna hjá Theresu May.

Talan var tó bert um vegleiðandi atkvøðugreiðslur, men øll átta uppskotini vóru feld.

Tey best umtóktu uppskotini vóru hesi:

  • Bretska fólkið skal vátta eina møguliga skilnaðaravtalu á fólkaatkvøðu, áðrenn hon verður viðtikin. 268 vóru fyri og 295 vóru ímóti.
  • Bretland skal fara úr ES og vera verandi í tollsamgonguni. 264 vóru fyri og 272 vóru ímóti
  • Bretland skal fara úr ES og vera verandi í tollsamgongu við tøttum tilknýti til innara marknaðin. 237 vóru fyri og 307 vóru ímóti.
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder