2019-09-09 12:24
Tá limirnir í bretska tjóðartinginum eru lidnir við dagsins uppgávu í Undirhúsinum, skulu tey ikki rokna við at koma aftur til arbeiðis fyrr enn 14. oktober.
Stjórnin hjá Boris Johnson hevur fingið heimild til at støðga tingarbeiðinum í ein góðan mánaða, upplýsir talsmaðurin hjá forsætisráðharranum fyri Reuters.
Innan tingið verður sent heim, ætlar Johnson at leggja fram uppskot sítt um at Bretland fer úr ES við ella uttan eina avtalu.
Men tað eru eisini politikarar, sum arbeiða við ætlanum um at forða Johnson at gera hetta. Les: Boris Johnson undir trýsti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald