Uttanlands

Tjóðartingið vil forða fyri brexit uttan avtalu: Boris Johnson hóttir við nývali

Ein meiriluti á 328 atkvøddu í gjárkvøldið fyri at yvritaka stýringina í bretska tjóðartinginum við tí endamáli at forða fyri, at bretar fara úr ES uttan avtalu

Boris Johnson (Savnsmynd)

Boris Johnson (Savnsmynd)

2019-09-04 08:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið atkvøddi andstøðan og fleiri limir í konservativa flokkinum fyri at taka stýringina í Undirhúsinum frá stjórnini hjá Boris Johnson.

328 atkvøður vóru fyri, og 301 vóru ímóti.

Endamálið við at taka stýringina er at fáa eina lóg ígjøgnum, sum forðar fyri, at bretar fara úr ES uttan avtalu.

Lógaruppskotið, sum væntandi verður lagt fram í dag, skal noyða stjórnina at royna at fáa semju um eina avtalu við ES, sum tjóðartingið kann taka undir við. Hendir tað ikki, skal stjórnin tryggja sær undirtøku í tinginum fyri at fara úr ES uttan avtalu. Verða eingi av hesum krøvum gingin á møti, skulu bretar í staðin biðja ES um at fáa longt freistina til 31. januar 2020.

Úrslitið av atkvøðugreiðsluni verður roknað sum ein ósigur fyri forsetisráðharran, sum hevur hildið fast við, at bretar skulu fara úr ES við ella uttan avtalu 31. oktober, skrivar Politiken.

Væntað verður, at bretski forsetisráðharrin í dag fer at leggja fram uppskot um nýval, sum skal vera áðrenn ES-toppfundin í Brússel 17. og 18. oktober. Annars eiga bretar ikki at fara á val aftur fyrr enn í 2022, skrivar DR.

Tó er krav, at tveir triðingar av tjóðartingslimunum skulu taka undir við at skriva út val, og tað kann gerast torført hjá Boris Johnson at fáa slíka undirtøku, eftir at hann misti meirilutan í gjár. Hetta hendi, tá ein limur í konservativa flokkinum fór úr flokkinum og yvir til liberaldemokratarnar sum mótmæli móti leiðsluni hjá Boris Johnson.

Boris Johnson gjørdist forsetisráðharri í juli, og lovaði hann, at fáa bretar úr ES, eftir at fyrrverandi forsetisráðharrin, Theresa May, útsetti brexit tvær ferðir.

Boris Johnson hevur áður sagt, at hann fegin vil samráðast um eina skilnaðaravtalu við ES, men kemur hetta ikki í lag áðrenn 31. oktober, ætlar hann at fara úr ES uttan avtalu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder