Bretska Undirhúsið hevur endiliga funnið fram til eitt fleirtal í atkvøðugreiðslu um hvussu skal gerast við Brexit. Undirhúsið hevur við einari atkvøðu í meiriluta atkvøtt fyri, at tvinga Theresa May, forsætisráðharran, um at biðja ES um at útseta Brexit, og samstundis at forða fyri einum Brexit uttan avtalu.
Atkvøðugreiðslan háttaði seg so, at uppskotið vann frama við 313 atkvøðu fyri og 312 ímóti.
Áðrenn uppskotið fær gildið, skal Yvirhúsið atkvøða fyri uppskotinum. Tað verður sambært BBC kanska gjørt longu í dag.
Hóast atkvøtt varð fyri at útseta Brexit, so er eingin vissa fyri at so verður. Tað er ES, sum skal góðtaka at útseta freistina enn eina ferð, eftir at man gjørdist samd um at útseta hana til 12. apríl.
Formaðurin í ES- kommisiónini, Jean-Claude Juncker, segði í gjár, at um Undirhúsið ikki hevur tikið eina avgerð seinast tann 12. apríl, verður ikki gjørligt við einari stuttari útseting. Hann metti, at tað so er sannlíkt, at talan verður um Brexit uttan avtalu.
Tað er tó gjørligt at útseta Brexit. Men tað krevur, at Stórabretland heldur ES-val.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald