Bretski fíggjarmálaráðharrin, Nadhim Zahawi stuðlar Liz Truss, uttanríkismálaráðharra sum komandi leiðara av konservativa flokkinum.
Í grein í blaðnum The Telegraph skrivar Zahawi, at Truss fer at stýra búskapinum sum ein klassiskur konservativur.
Limirnir í konservativa flokkinum skulu nú velja, hvønn tey vilja hava sum eftirmann hjá Boris Johnson, sum 7. juli boðaði frá, at hann fór at leggja frá sær.
Umframt Liz Truss er fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin, Rishi Sunak enn við í stríðnum um at yvirtaka leiðsluna hjá teimum konservativu, men sambært Ritzau er Liz Truss favoritturin.
5. september verður almannakunngjørt, hvør hevur vunnið formansvalið.
Liz Truss hevur lovað at lækka skattin umgangandi, um hon verður vald, og sunnudagin lovaði Rishi Sunak eisini ein skattalætta – eftir, at skil var komið á høgu inflasjónina. Ætlanin er, at inntøkuskatturin skal lækka úr 20 prosent niður í 16 prosent áðrenn 2029.
Hvørt prosentstig fer, sambært Sunak at kosta uml. seks milliardir pund um árið, og fer talan at vera um størsta inntøkuskattalættan, síðan tíðina hjá Margaret Thatcher.
Liz Truss heldur tó, at tað er neyðugt við einum skattalætta beinanvegin fyri at fáa gongd aftur á búskapin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald