Uttanlands

Bretski forsætisráðharrin gloymdi trygdarbeltið

Rishi Sunak hevur fingið eina bót, eftir at hann deildi eina sjónbandaupptøku, har mann sá hann sita í einum koyrandi bili uttan trygdarbelti

Rishi Sunak, forsætisráðharri í Stórabretlandi, biður um umbering og heitir á øll um at brúka trygdarbelti (Mynd: EPA)

Rishi Sunak, forsætisráðharri í Stórabretlandi, biður um umbering og heitir á øll um at brúka trygdarbelti (Mynd: EPA)

2023-01-21 13:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein sjónbandaupptøka, sum bretski forsætisráðharrin, Rishi Sunak legði út á Instagram í vikuni hevur vakt nógv ans hjá bretum, og er hon eisini orsøkin til, at hann fær eina bót frá løgregluni.

Á sjónbandaupptøkuni situr Rishi Sunak í einum bili ávegis til Norðuronglands – uttan trygdarbelti, og hesum finnast andstøðuflokkarnir at.

– Rishi Sunak veit ikki, hvussu mann skal handfara eitt trygdarbelti, hansara gjaldskort, tokferðslu, búskapin, hetta landið, sigur talsfólk hjá flokkinum Labour sambært DR.

Hjá Liberaldemokratunum siga tey, at Rishi Sunak vísir somu líkasælu, tá tað kemur til at yvirhalda lógirnar, sum Boris Johnson, og vísa tey til partygate-gøluna, sum snýr seg um veitslur, sum vórðu hildnar á bretskum stjórnarskrivstovum, meðan landið varð afturlatið orsakað av koronu.

Biður um umbering

Ein konservativur tinglimur sigur hinvegin í viðmerking til BBC, at øll kunnu gera ein feil, og eru fleiri milliónir bretar, sum verða tiknir fyri líknandi lógarbrot á hvørjum ári.

Sambært talsfólki hjá forsætisráðharranum ásannar Rishi Sunak eisini, at hann hevur gjørt eitt mistak, og biður hann um umbering, samstundis sum hann heitir á øll um at brúka trygdarbelti.

Rishi Sunak hevur fingið eina bót á 100 pund, ið svarar til nærum 900 krónur. Upphæddin kann tó gerast 500 pund (góðar 4.200 krónur), um málið endar í rættinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder