Uttanlands

Bretski forsætisráðharrin sleppur ikki at ferðast til Russlands

Hetta forboðið rakar Boris Johnson og fleiri onnur í bretsku stjórnini

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson sleppur ikki at ferðast til Russlands (Savnsmynd)

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson sleppur ikki at ferðast til Russlands (Savnsmynd)

2022-04-16 17:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson og fleiri limir í stjórn hansara, hava nú fingið innferðarforboð í Russlandi.

Hetta er eitt aftursvar hjá russarum, eftir at London hevur sett revsitiltøk í verk móti Russlandi orsakað av innrásini í Ukraina, sigur russiska uttanríkismálaráðið. Víst verður serliga til revsitiltøk, sum hava rakt russisk embætisfólk og russarar, sum hava tilknýti til russisku stjórnina.

Umframt Boris Johnson, sleppa Dominic Raab, varaforsætisráðharri; Liz Truss, uttanríkismálaráðharri; Ben Wallace, verjumálaráðharri; fyrrverandi foræstisráðharrin, Therasa May; og fyrstiráðharrin í Skotlandi, Nicola Sturgeon ikki at ferðast til Russlands.

Síðst í mars mánað setti bretska stjórnin revsitiltøk í verk móti 59 russiskum fyritøkum, m.a. Alrosa, heimsins størsti diamantseljari. Harímillum eisini seks bankar og ein fyritøka, sum framleiðir dronur, skrivar Ritzau.

Polina Kovaleva, stjúkdóttir hjá russiska uttanríkismálaráðharranum, Sergej Lavrov, er eisini rakt av revsitiltøkunum. Sagt verður, at hon eigur eini hús í londum, sum eru verd fýra milliónir pund (36 milliónir krónur).

Samlaða talið á russarum og russiskum fyritøkum, sum eru raktar av revsitiltøkunum sum ein avleiðing av krígnum í Ukraina, er komið upp á 1000.

London hevur verið kendur sum býur, har russisk ríkfólk eru flutt til og hava keypt dýrar ognir. Talan er um so nógv, at bretski høvuðsstaðurin í fleiri ár eisini hevur havt eyknevnið Londongrad.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder